ISO 3166-1 alfa-2

Eitt kort yvir Evropa við ISO 3166-1 alpha-2 kotum staðsett á lond og onnur øki, ið koturnar hoyra til.

ISO 3166-1 alpha-2 kotur eru landakotur við tveimum bókstavum, ið eru umrøddar í ISO 3166-1, ið er partur av standardinum ISO 3166 frá International Organization for Standardization (ISO). Koturnar umboða lond, sjálvstýrandi øki og serstøk øki av landafrøðiligum áhuga. Tær eru tær mest nýttu av landakotunum frá ISO (hinar eru alpha-3 og numeric), og verða tær m.a. nýttar til internetdomeni hjá londum og økjum við fáum undantøkum.[1] Koturnar vórðu á fyrsta sinni innførdar sum partur av standardinum ISO 3166 í fyrstu útgávuni í 1974.

  1. "ISO 3166 – FAQs – General questions". International Organization for Standardization (ISO). Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-06-04. https://web.archive.org/web/20120604034240/http://www.iso.org/iso/country_codes/iso_3166-faqs/iso_3166_faqs_general.htm. Heintað 2014-12-08. 

From Wikipedia, the free encyclopedia · View on Wikipedia

Developed by Tubidy